- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politisk avgerð at steingja Danmark
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nyhavn-danmark.jpg?itok=RCagyVU0)
Tað var stjórnin við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á odda, ið einsamøll tók avgerðina um steingja partar av danska samfelagnum tá koronafarsóttin tók seg upp.
Tað staðfesti forsætisráðharrin, tá hon í gjár var kallað í samráð í Fólkatinginum um avgerðina, at steingja partar av danska samfelagnum.
– Vit fáa ráðgeving og tilmælir um, hvussu tamarhald kann fáast á støðuni. Men avgerðin um, hvussu og hvussu nógv skal steingjast er ein politisk avgerð, segði Mette Frederiksen, sambært Ritzau.
Einki skrivligt grundarlag fyri avgerðini
Mette Frederiksen varð eisini spurd, um nakað skrivligt grundarlag var fyri avgerðina at steingja partar av danska samfelagnum.
– Heldur Fólkatingið veruliga, at nakað skrivligt grundarlag var? Um vit skuldu havt eitt skrivligt grundarlag, so høvdu vit verið ov sein. Vit tóku avgerðina ein dag, har eg møtti til arbeiðis í Statsministeriinum óvitandi um, at eg skuldi taka avgerðina, segði hon og legði aftrat.
– Tað tekur langa tíð at gera eitt skrivligt grundarlag. Eitt skrivligt grundarlag finst ikki, tí tað var tað ikki tíð til, segði forsætisráðharrin.
Hóast talan var um eina politiska avgerð, so ráðførdi stjórnin seg við fleiri stovnar. Teirra millum Ríkisløgregluna, Statens Serum Institut og NOST, Den nationale operative stab.