Korona: Størsta afturgongdin í 150 ár

Korona: Størsta afturgongdin í 150 ár
Heimsbankin hevur gjørt nýggja frágreiðing um búskaparligu støðuna í heiminum
Støðan við korona er versnað í summum pørtum av heiminum, sigur WHO
 
09.06.2020 - 08:55

Koronafarsóttin er atvoldin til mest umfatandi búskaparligu afturgongdina í 150 ár.

Tað staðfestir Heimsbankin í nýggjari frágreiðing, ið viðger búskaparligu støðuna í heiminum. 

Heimsbankin staðfestir, at hóast fleiri lond hava játtað stórar kreppupakkar og sett í verk stuðulsskipanir, kann væntast, at heimsbúskapurin minkar 5,2 prosent.

Og tá øll lond í heiminum onkursvegna eru rakt av búskaparkreppuni, metir heimsbankin, at talan er um mest umfatandi kreppuna í 150 ár. 

WHO: Støðan er versnað

- Hetta er ikki løtan hjá nøkrum landi at sleppa fótinum av spitaranum.

Tað segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO, á tíðindafundi í gjár, har hann vísti á, at síðsta samdøgrið eru flestu koronatilburðir skrásettir, síðani smittan fór at ganga.

Tí meðan londini í vestur Evropa og Kina yvirhøvur hava tamarhald á farsóttini, so er støðan verri enn nakrantíð í øðrum pørtum av heiminum. 

Serliga eru tað í eystur Evropa og pørtum av mið Asia, at fleiri nýggir tilburðir eru skrásettir. 

Støðan er eisini álvarsom í Suðuramerika. Aðalskrivarin staðfesti, at einki bendir á, at koronafarsóttin er komin í hæddina enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791