- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin Sjómannadagur í ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sjomannadagur_2016.png.jpg?itok=aqvkIanN)
Eingin Sjómannadagur verður orsaka av støðuni við korona.
Tað boða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi.
Tað er nevndin, sum í samráði við fleiri stuðlar, sum hevur gjørt av, at Sjómannadagurin ikki verður aftur fyrr enn 21. august 2021.
- Hetta hevur verið ein torfør avgerð hjá okkum øllum, men vit halda, tað er rættast at fylgja almennu tilmælunum, skriva fyrireikararnir.
Sjómannadagurin er síðsta tiltakið í eini langari røð av tiltøkum og festivalum, ið ikki verða í summar. Frammanundan hava millum annað Country- og Bluesfestivalurin, Dansibandsfestivalurin og G! Festivalurin boða frá, at tey avlýsa í summar, meðan stevnurnar eru munandi skerdar av korona.