- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskapurin í Týsklandi verri raktur enn hildið
Tað vísir seinasta metingin hjá búskaparserfrøðingum hjá týsku stjórnini. Teir meta nú, at afturgongdin í búskapinum verður millum seks og sjey prosent í ár.
Tað er munandi verri enn fyrr mett. Í mars kom ein meting, og hon segði, at búskapurin fór at hava eina afturgongd uppá 5,4 prosent í ár.
– Týskland var stongt longri enn vit roknaðu við, uttanríkishandilin hevur verið trekari enn roknað varð við, og viðurskiftini mótvegis USA hava gingið seinni enn vit væntaðu.
Tað sigur formaðurin fyri búskaparserfrøðingarnar, Lars Feld. Týska stjórnin samtykti í fyrradagin ein hjálparpakka uppá 130 milliardir evrur, sum skulu nýtast til at fáa gongd á aftur týska vinnulívið, skrivar Ritzau.