- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland á fyrsta plássi viðvíkjandi barnarættindum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sandagerd_folk-12.jpg?itok=qg_jNFHB)
Tað vísur yvirlit í ársfrágreiðingini hjá altjóða felagsskapinum, KidsRights.
Árliga yvirlitið mátar, hvussu rættindi hjá børnum verða vird kring allan heim, og í hvønn mun lond halda sína skyldu at bøta um rættindini hjá børnum.
Yvirlitið fevnir um øll ST-lond, har ST-samtyktin um barnarættindi er galdandi, og har nóg mikið av upplýsingum um hetta eru tøkar.
Talan er um 182 lond.
Í 2018 var Noreg nummar eitt og Ísland nummar 2. Í ár er Ísland nummar 1, Sveis nr. 2 og Finnland nr. 3.
Danmark er á 10-inda plássi.
Niðast á listanum í ár eru Tjad, Afganistan og Sierra Leone.
Londini fáa karakter á fimm økjum, - heilsuverk, lív, útbúgving, verja og barnarættindi.
Sambært Marc Dullaert, sum hevur stovnað KidsRights, verða rættindini hjá børnum skerd av álvara kring allan heim orsakað av Covid-19-farsóttini.
Millum annað ger stongsilin í samfelagnum, at meiri harðskapur verður framdur heima við hús, og hetta hevur serliga havt ávirkan á gentur, stendur í frágreiðingini frá KidsRights.
Yvirlitið vísur eisini, at munur verður gjørdur á børnum, - serliga gentum, og tað er ein trupulleiki kring allan heim.