- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja um broyttar leigutreytir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/torshavnar_byrad.png?itok=0Hq7PXOP)
Tórshavnar kommuna og byggifelagið Articon eru ósamd um eitt leigumál á havnarlagnum á Sundi.
Articon ætlar at leiga 3.800 fermetrar til tíggju sementsiloir.
Articon leigar frammanundan á Sundi. Leiguavtala varð gjørd í 2014 um 4.000 fermetrar.
Sama árið komu 6.000 fermetrar afturat, og ein 25 ára leigusáttmáli varð gjørdur.
2.000 fermetrar komu afturat í 2016.
15.800 fermetrar
Og nú vil Articon leiga 3.800 fermetrar.
Men kommunan fyrireikar nú nýggjar reglur um leigu.
Hesa mannagongdina góðtekur Artcon ikki.
Articon sigur, at í høvuðssáttmálanum eru gjaldstreytirnar ásettar.
Alt í senn
Skal nakað broytast, eigur tað at verða gjørt mótvegis øllum, sum leiga á havnarløgunum í kommununi, samstundis.
Tað ber ikki til at taka ein og ein sáttmála, tá hann skal broytast.
Men kommunan heldur fast við sítt.
Orðini í nýggja leigusáttmálanum, sum Articon ikki vil skriva undir, eru ein kunning um ein broyting, sum er á veg, og ikki ein broyting, sigur havnarmeistarin.
Býráðið skuldi viðgera málið hóskvøldið.
Men Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini, vildi hava málið aftur í Vinnunevndina, og tað varð einmælt samtykt.