Kommunurnar søguliga væl fyri fíggjarliga

Kommunurnar søguliga væl fyri fíggjarliga
Fíggjarstøðan hjá kommunum er søguliga góð. Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Kommunufelagnum, sum var latin út alment herfyri
Kommunufelagið hevur høvuðssæti í Havn.
 
01.06.2020 - 10:05

Fíggjarstøðan hjá kommunum er søguliga góð. Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Kommunufelagnum, sum var latin út alment herfyri.

Samlaða bruttoskuldin hjá føroysku kommununum í 2019 var 1.3 milliardir og samlaða nettoskuldin var 450 milliónur krónur. 

Nettoskuld er skuld har tøkur peningur og onnur fíggjarlig áogn er frádrigin bruttoskuldini.

Tað er bara í einari kommunu, at nettoskuldin er omanfyri eina álíkning og tað er í Vágs kommunu. Er nettoskuldin omanfyri eina álíkning, krevst millum annað loyvið frá landsstýrismannium til lántøku og til broytingar í lántreytunum.

Miðal nettoskuldin fyri allar kommunurnar samlað var 19% av eini álíkning við einum skattaprosentið uppá 23%. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949