- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði
Nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði
Henrik Weihe Joensen tekur við starvinum 1. september

Henrik Weihe Joensen verður nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði
29.05.2020 - 11:30
Henrik Weihe Joensen er settur í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommu.
Henrik Weihe Joensen er 51 ára gamal, útbúgvin politistur og løgfrøðingur. Hann hevur eisini tikið masterútbúgving í almennari leiðslu.
Henrik Weihe Joensen hevur leiðsluroyndir sum stjóri á Tilbúgvingarstovninum, virkandi stjóri í MRCC/Tórshavnradio og sum kommunustjóri á Tvøroyri. Hann hevur eisini verið fulltrúi hjá Løgtingsins umboðsmanni og ráðgevi í Fiskimálaráðnum.
Henrik Weihe Joensen byrjar í starvinum sum kommunustjóri í Fuglafirði tann 1. september.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV