Nýggi skúlin í Klaksvík er liðugur

Nýggi skúlin í Klaksvík er liðugur
Fyrsta byggistig kostar 110 milliónir kr
Bispur vígir nýggja skúlan leygardagin, hvítusunnuaftan
 
28.05.2020 - 10:05

Nýggi skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík er nú liðugur.

Leygardagin sleppa fólk at síggja skúlan. Men fólk skulu tekna seg á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, tí bara 100 fólk sleppa inn í senn.

Skúlin á Skúlatrøð er størsta byggiverkætlan hjá Klaksvíkar kommunu, og byggingin er seinkað.

Hetta er fyrsta byggistig, og tað kostar 110 milliónir krónur

Í næstum verður farið undir at fyrireika annað og triðja byggistig.

Bispur vígir skúlan leygardagin, hvítusunnuaftan.

Korona ger, at vígslan verður bara fyri innboðin. Men vígslan verður stroymd á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946