- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógin um doping fær góða undirtøku í tinginum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/venjing_venjingarmidstod_rorsla_folkaheilsa_yndi_fitness.png?itok=MxWGWqWu)
Lógin um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti skal endurskoðast eitt ár eftir, at hon er samtykt og lýst, fyri at vita, um hon virkar sum hon skal.
Tað sigur Mentanarnevndin hjá løgtinginum.
Og lógaruppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, verður samtykt, tí øll Mentanarnevndin tekur undir við tí. Lógin skal galda bæði fyri ítrótt og fyri venjingarmiðstøðir.
Mentanarnevndin sigur, at dopingareftirlitið eigur, tá talan er um venjingarmiðstøðir, at hugsa um fólk, sum íðka, tá tey eru sjúk, og um motiónistar, pensjónistar og onnur.
Tey eru ikki við í nakrari kapping og fáast tí neyvan við doping, sigur Mentanarnevndin.
ÍSF metir, at dopingareftirlitið kostar 500.000 kr. um árið. Teir pengarnir eru í fíggjarlógini í ár.
Lógaruppskotið er eisini um matchfixing. Tað er, tá fólk fáa lyfti um fíggjarligan fyrimun afturfyri at virka fyri einum ávísum úrsliti.