- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina verður stórur eigari í Norwegian
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/1d5fd7a85c5a8b976484f4d337f909c5.png?itok=x5nw5IsT)
Kina verður nú stórur eigari í norska flogfelagnum, Norwegian.
Ein kinesisk fyritøka hevur strikað meira enn eina milliard norskar krónur av skuldini hjá Norwegian, fyri at fáa størri ognarlut í lágprísflogfelagnum.
Kinesiska leasing-felagið, BOC Aviation, sum leigar Norwegian flogfør, strikar 1,6 milliardir norskar krónur av skuldini hjá Norwegian, og eigur tí nú 12,67 prosent av felagnum.
Staturin stýrir
Tað er kinesiski bankin, Bank of China, sum eigur BOC Aviation, og kinesiski staturin stýrir bankanum.
Kinesiski staturin er sostatt nú stóreigari í Norwegian, skrivar Berlingske.
Sum liður í einari bjargingarætlan, skuldi Norwegian royna at strika so nógva skuld sum til ber, og lata partabrøv afturfyri.
12,7 mia. skarvaðar av
Norwegian hevur tilsamans minkað skuldina 12,7 milliardir norskar krónur.
Fyribils er felagið bjargað undan húsagangi.
Um vikuskiftið eydnaðist felagnum at samráðast við tey, sum eiga lánsbrøv, og tey umleið 25 leasing-feløgini, sum leiga Norwegian flogfør, og fekk 12,7 milliardir strikaðar.