Runavíkar kommuna harðliga átalu

Runavíkar kommuna harðliga átalu
Kommunan fær átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri ikki at svara borgarum og felagnum Heimafriði aftur
Runavíkar kommuna fær eina harðliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni, tí kommunan hvørki svaraði borgarum ella Heimafriði, ið klagaðu um larm frá skipum
 
19.05.2020 - 17:57

Runavíkar kommuna fær eina harðliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri ikki at svara sínum egnu borgarum ella felagnum Heimafriði upp á klagur um larm frá skipum, sum liggja við kai. 

Tað er heldur ikki í trá við góðan fyrisitingarsið, at ein kommuna kallar sínar borgarar "kverulantar", skrivar Løgtingsins umboðsmaður í sínari niðurstøðu.

LUM: Væntandi virðing fyri borgarum

"Útsøgnirnar hjá Runavíkar kommunu bera brá av vantandi virðing fyri borgarunum."

So hvassorðaður er Løgtingsins umboðsmaður, sum nú gevur felagnum Heimafriði viðhald í, at Runavíkar kommuna ikki hevur hildið seg til góðan fyrisitingarsið í handfaringini av fráboðanum og klagum frá bæði borgarum og felagnum um larm frá skipum, sum liggjan við kai í Runavík. 

Heimafriður kærdi Runavíkar kommunu til Løgtingsins umboðsmann í 5. september í fjør. Klagað varð um, at Runavíkar kommuna ikki svarar skrivum frá hvørki borgarum ella Heimafriði.

Klagað var eisini um, at kommunan ikki vil samskifta við Heimafrið um trupulleikarnar, sum standast av óljóði og øðrum frá skipum, sum liggja við bryggju í kommununi.

Svaraðu hvørki borgarum ella Heimafriði

Í klaguni verður ført fram, at Heimafriður javnan sendur klagur, upplýsingar og fundarumbønir til Runavíkar kommunu, men hvørki avvarðandi borgarar ella felagið fáa nakað svar frá Runavíkar kommunu. 

Heimafriður skrivar eisini í klaguni, at felagið má ásanna, at hvørki borgarar í Runavíkar kommunu ella Heimafriður verða hoyrdir ella virdir av Runavíkar kommunu. 

Løgtingsins umboðsmaður er samdur og sera greiður í síni niðurstøðu: 

"Ein kommuna hevur sum myndugleiki skyldu at svara bæði borgarum og áhugafelagsskapum, tá hesir venda sær til kommununa."

Undrast á málbrúk hjá kommununi

Í fimm av 16 førum, sum Heimafriður vísir á í kæruni, hevur kommunan tó váttað fyri móttøkuna av klaguni ella skrivinum. Men Løgtingsins umboðsmaður staðfestir, at tað er ikki nøktandi, at Runavíkar kommuna bara í nøkrum førum sendir móttøkuváttan og svar, og at kommunan uttan grundgeving ikki svarar klagum. 

Løgtingsins umboðsmaður hartar serliga Runavíkar kommunu fyri málbrúkið, sum verður brúkt um borgararnar í frágreiðingini, sum er send umboðsmanninum 25. september.

Málbrúkið ber brá av vantandi virðing fyri bæði borgarum og klagaranum, sum er Heimafriður, og at kommunan ikki tekur trupulleikan við óljóði frá skipum í nóg stórum álvara. 

 >> SÍ EISINI Kommuna lurtar ikki eftir Heimafriði

"Í sambandi við viðgerðina av málinum, havi eg undrast á málbrúkið hjá kommununi," skrivar Løgtingsins umboðsmaður.

"Eg haldi, at Runavíkar kommuna í frágreiðingini til mín, dagfest 25. september 2019, hevur eitt niðrandi málbrúk um klagaran, og farið verður út um mark fyri, hvussu ein myndugleiki eigur at málbera seg sambært góðum fyrisitingarsiði."

"Serliga er tað niðrandi, at kommunan kallar klagarar fyri kverulantar, ið hava tað til eitt slag av dagdvølju at órógva eina umsiting," skrivar Løgtingsins umboðsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497