- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nývaldur í Búskaparráðið
Nývaldur í Búskaparráðið
Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, er valdur í Búskaparráðið fyri Djóna Højgaard, sum er farin úr ráðnum, tí hann arbeiðir nú í Fíggjarmálaráðnum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/heri_a_rogvi_1.jpg?itok=gwVt70fb)
Mynd: Privatmynd
19.05.2020 - 08:56
Djóni Højgaard var formaður í ráðnum. Ráðið skipar seg sjálvt. Sambært heimsíðu ráðsins er tað ikki gjørt enn, tí har eru tveir limir í ráðnum, Ester Hansen og Sigurð Poulsen.
Fróðskaparsetrið innstillar fólk í Búskaparráðið. Sama innstilling varð brúkt nú, sum tá Djóni Højgaard varð valdur.
Heri á Rógvi er við í teirri innstillingini. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setur fólk í Búskaparráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV