- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flestu umsóknirnar avgreiddar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/taks.jpeg?itok=sS5BbAUM)
Nógv tær flestu fyritøkurnar, sum hava søkt, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent. Tær eru 30.
Hjá hinum fýra er tapið millum 40 og 60 prosent. Higartil eru latnar 1.866.841 krónur í COVID-19 stuðli.
Stuðulin er stigvísur
Miðalstuðulin er 54.907 krónur. Størsti stuðulin er 230.250 krónur. Tann minsti er 4.421 krónur. Stuðulin til fastar útreiðslur hjá fyritøkum er stigvísur.
Tær fyritøkur, sum missa 60 til 100 prosent, fáa 75 prosent aftur úr landskassanum. Er afturgongdin 40 til 60 prosent, er stuðulin 50 prosent.
Stuðulin er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Stuðul verður ikki latin til fastar útreiðslur, sum eru minni enn 6.000 krónur um mánaðin.