- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallið góðar 10 milliónir
Hallið góðar 10 milliónir
Barsilsskipanin fer at hava góðar 10 milliónir krónur í halli næsta ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/barnahendur_0.jpg?itok=SmjdPvUg)
18.05.2020 - 08:59
Munurin millum inngjøld og útgjøld til Barsilsskipanina er 8,1 millión, og tvær milliónir fara til TAKS, sum umsitur skipanina. Eisini í ár verður hall.
Tað verður 700.000 krónur størri enn næsta ár, vísa tøl, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.
Tað hevur verið frammi fyrr, at neyðugt er at hækka inngjaldið til Barsilsskipanina, skal hon ikki fara av knóranum. Barsilsskipanin hevði somuleiðis hall í fjør. Tað var seks milliónir, tá umsitingargjaldið til TAKS er talt við.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV