- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúk fyri 723 námsfrøðingum aftrat
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20190204_hava_nu_egna_eftirlonarskipan_0040.jpg?itok=xz542gjb)
Skulu útbúnir námsfrøðingar vera í øllum størvum í dagstovnunum, er brúk fyri 723 námsfrøðingum afturat.
Men dagsstovnalógin sigur, at í minsta lagi tveir triðingar av starvsfólkunum eru námsfrøðingar. Og fyri at røkka tí kravinum, er brúk fyri 335 námsfrøðingum afturat.
Hesi tølini hevur Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum fingið úr Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, nú nevndin viðger uppskotið hjá Tjóðveldi um at útbúgva fleiri námsfrøðingar, við serkunnleika á dagstovnaøkinum og við serkunnleika í sernámsfrøði.
Fleiri eru hjálparfólk
Í 2019 vóru 37,8 prosent námsfrøðingar í dagstovnunum, lógarkravið er 66 prosent. Hini 62,2 prosentini vóru hjálparfólk. 1418 fólk arbeiddu við børnum í dagstovnunum í fjør.
Í fjør vóru 5.443 børn í dagstovnunum í Føroyum, 789 fleiri enn í 2014, - dagstovnar eru vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar.
Og námsfrøðingarnir eru vorðnir færri í prosentum. Teir vóru 45 prosent í 2014 og 37,8 prosent í 2019.