- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merkel: Russland hevur sneytað í teldupostum mínum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/angela_merkel_merkel_ap.jpg?itok=LTI4PWX8)
Tað skrivar AFP-tíðindastovan. Angela Merkel var ørkymlað, tá hon í gjár í týska samveldistinginum boðaði frá, at hon hevur ítøkilig prógv fyri, at Russland hevur njósnast um hana.
– Eg kann opið siga, at tað harmar meg. Hvønn dag royni eg at fáa betri viðurskifti í lag við Russland, men hinvegin so finna vit góð prógv fyri, at russiskar deildir gera hetta, segði Merkel, sambært The Telegraph.
Hetta kemur fram eftir at týska blaðið, Der Spiegel, fríggjadagin skrivaði, at russiska fregnartænastan, GRU, eftir øllum at døma hevði fingið hendur á fleiri teldupostum frá skrivarstovuni hjá Merkel í telduálopi móti týska parlamentinum í 2015.
Týska parlamentið hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til málið. Tað hava russiskir myndugleikar heldur ikki, annað enn, at teir vísa skuldsetingunum um telduálop aftur.