- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kósin eftir koronu
Kósin eftir koronu
Formenninir í øllum politisku flokkunum skifta orð um støðuna tveir mánaðir eftir, at koronasmittan varð staðfest í Føroyum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screenshot_20190806-213526_chrome.jpg?itok=l_lhbmp-)
Henda myndin er frá formanskjaki upp undir løgtingsvalið í august í fjør
14.05.2020 - 11:46
Sjónvarpið sendir í kvøld orðaskifti millum formenninar í politisku flokkunum um kósina hjá føroyska samfelagnum, nú tveir mánaðir eru farnir, síðani koronasmittan varð staðfest.
Kjakast verður um, hvussu Føroyar lata uppaftur, og nýggjastu tilmælini frá landsstýrinum.
Kjakast verður eisini um landskassahjálp til vinnuna, og um samfelagið hevur skyldu at lofta teimum, sum duttu niðurímillum, tá samfelagið læt aftur.
Jón Brian Hvidtfeldt og Elin Mirjamsdóttir eru vertir í sendingini, sum byrjar klokkan 19:30, eftir Dag og Viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV