- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggingarfeløgini longda freist
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0455.jpg?itok=v9PVputM)
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur sett í gildi eina kunngerð, ið gevur fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum betri stundir at lata ársfrágreiðingina inn.
Nýggja kunngerðin loyvir tryggingarfeløgum, tvørgangandi eftirlønargrunnum og P/F Lív, lívs- og pensjónstryggingarfelag, at lata inn ársfrásøgn fyri 2019 í seinasta lagi 31. juli 2020.
Fer úr gildi aftur á nýggjárinum
Sambært lógini skal ársfrásøgnin annars latast inn í seinasta lagi fýra mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað.
Í kunngerðini verður kortini álagt fyritøkunum at senda Tryggingareftirlitinum ársfrásøgnina uttan ógrundaðan steðg eftir góðkenning á aðalfundinum.
Kunngerðin kom í gildi í farnu viku og fer úr gildi aftur 1. januar 2021.