- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir skipara til Jákup Sverra
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-01-29-10h45m46s402.png?itok=9UQ_lEuy)
Havstovan søkir nú eftir skipara til nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra.
Skiparin hevur høvuðsábyrgdina av skipinum. Viðkomandi skal hava skipsføraraútbúgving, og stórur dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur fiskiroyndir við trolara og royndir undir Føroyum, stendur í lýsingini frá Havstovuni.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Skipara- og navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 2. juni.
Seinkaður
Jákup Sverri, sum verður gjørdur liðugur á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála, skuldi eftir ætlan latast 1. juni, men viðurskiftini í sambandi við korona gera, at skipið verður ikki klárt at lata eigarunum fyrr enn seinni í summar.
Skrokkurin er smíðaður á skipasmiðju í Litava. Sáttmálaprísurin er 276 milliónir kr.
Fyrstu tíðina fara Magnus Heinason og Jákup Sverri at gera fiskiroyndir saman.