- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirmeta eldraøkið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20191104_godar_tusund_kronur_meira_0188.jpg?itok=lpf8lYSb)
– Eg havi tikið stig til, at arbeiðið við eftirmetingini fer í gongd nú og skal verða liðugt í hesum árinum.
Tað segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, tá hon helt røðu á altjóða sjúkrarøktardegnum í gjár.
Politiska viðgerð aftaná
Lógin um heimatænastu og eldrarøkt verður endurskoðað saman við Kommunufelagnum og øðrum avvarðandi myndugleikum, hevur samgongan sett sær fyri.
Ætlanin við endurskoðanini er at vita, um lógin virkar soleiðis, sum ætlanin var, tá hon bleiv samtykt í 2014. Tá eftirmetingin er gjørd, skal hon hava politiska viðgerð.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur segði, at umframt myndugleikarnar skulu tey, sum arbeiða í heimatænastuni og í eldrarøktini, vera við í endurskoðanini.