- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar vígslur í 2019
Nógvar vígslur í 2019
Talið á fólki, sum vórðu vígd í Føroyum í fjør, var tað størsta, tað hevur verið í nógv ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
12.05.2020 - 08:24
Í fjør vóru 289 vígslur í Føroyum, og vit skulu heilt aftur til 2006 fyri at finna eitt tal, sum er størri enn tað í fjør. Í 2006 vóru 292 vígslur í Føroyum.
Av teimum 289 vígslunum, sum vóru í Føroyum í fjør, vóru 195 kirkjuligar vígslur og 94 av teimum vóru borgarligar, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Hinvegin vóru 75 hjúnaskilnaðir í Føroyum í fjør. Tað talið hevur ligið millum 52 og 92 hetta sama tíðarskeiðið aftur til 2006, sambært tølunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV