- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hasfjord siglir nú um Skopunarfjørð
Hasfjord siglir nú um Skopunarfjørð
Fyrstu tríggjar mánaðirnar verður royndarsigling
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen
12.05.2020 - 11:33
Klokkan hálvgum níggju í morgun fór Hasfjord sín fyrsta túr eftir ferðaætlanini.
Hasfjord ger fimm túrar um dagin - týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag.
Seinasta ferðin er av Gomlurætt klokkan eitt korter til fimm.
Talan er um royndarsigling fyrstu tríggjar mánaðirnar
Strandfaraskip landsins siga, at bíleggjast skal um pláss fyri akfør, sum eru yvir fimm metrar, úr Skopun við Hasfjord og ikki við Teistanum.
Hasfjord brúkar hálvan tíma at sigla um Skopunarfjørð. Farmaferjan, sum er keypt úr Noregi, kom til Føroya 20.februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV