- Tíðindi, mentan og ítróttur
461.000 krónur goldnar í stuðli
461.000 krónur goldnar í stuðli
TAKS hevur higartil avgreitt 12 umsóknir um COVID-19 stuðul. 14 umsóknir eru komnar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/taks.jpeg?itok=sS5BbAUM)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
12.05.2020 - 08:09
Higartil eru goldnar 461.897 krónur í stuðli til fastar útreiðslur hjá vinnufyritøkum. Minsti stuðulin higartil er 4.421 krónur og tann størsti 77.890 krónur
Nógv tær flestu fyritøkurnar hava søkt, tí tær hava millum 60 og 100 prosent í tapi.
Ikki fæst at vita, hvør fær pengar úr landskassanum og, hvussu nógv, hvør fyritøka fær. Útvarpið hevur biðið um innlit, men TAKS hevur tagnarskyldu, er svarið haðani.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV