- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarfriða í Funningsfirði
Vetrarfriða í Funningsfirði
Runavíkar kommuna hevur sett eina millión krónur av til endamálið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vetrarfriding-funningsfjordur-900x444.jpg?itok=eYRB-YlH)
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, og bøndurnir, Andreas (Dia) Hammer og Malan Jógvansdóttir Thomsen, hava skrivað undir vetrarfriðingina
Mynd: Runavíkar kommuna
11.05.2020 - 09:39
Funningsfjørður verður nú vetrarfriðaður.
Runavíkar kommuna hevur í ein tíð samráðst við tveir festarar, og nú byrjar arbeiðið, at vetrarfriða Funningsfjørð, loksins.
Stik og pelar eru keypt, og ein millión krónur eru settar av á fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu til vetrarfriðingina.
Av tí at landsvegur eisini gongur gjøgnum hagarnar í Funningsfirði, hevur eisini verið neyðugt at hoyra Landsverk í málinum.
Í síðstu viku skrivaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, undir avtalu við bøndurnar Andreas (Dia) Hammer og Maluna Jógvansdóttir Thomsen um at vetrarfriða bygdina.
Arbeiðið, at vetrarfriða Funningsfjørð, byrjar hesa vikuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV