- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja vinnuøkið á Sundi lýst til leigu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screen_shot_2017-06-20_at_20.03.31.png?itok=9xcX0j4A)
Nú verður nýggja vinnuøkið á Sundi, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt, lýst alment til leigu.
Vinnuøkið á Sundi er umleið 43.000 fermetrar til víddar, og liggur í byggisamtyktarøki B1 Havnarøki.
Tórshavnar kommuna vil helst, at alt økið verður leigað út í einum leigumáli, men ber tað ikki til, verður tað leigað út í fleiri leigumálum.
Gera brimverju lidna
Ætlanin er, at økið verður leigað út, sum tað er nú. Tó verður brimverjan gjørd liðug.
Virksemið á økinum skal lúka treytirnar, sum eru ásettar fyri B1 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavn kommunu.
Áhugaðir leigarar skulu upplýsa fyri kommununi, hvørjar ætlanir eru við økinum, og hvussu leingi økið skal leigast.
42 kr. fermeturin
Økið verður leigað út við somu treytum, sum onnur líknandi leigumál hjá Tórshavnar havn. Leigan er ásett til 42 krónur fyri fermeturin umframt meirvirðisgjald.
Eitt áhugafelag í Kaldbak royndi annars í 2017 at steðga útbyggingini hjá Tórshavnar kommunu á Sundi.
Áhugafelagið Kaldbak handaði Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinnu í innlendismálum, undirskriftir við kravi um, at Innlendismálaráðið ógildaði avgerðina hjá Tórshavnar kommunu um at fylla grót upp eystan fyri bryggjuna á Sundi.