Vælferðarlógin bíðar nú eftir atkvøðugreiðsluni

Vælferðarlógin bíðar nú eftir atkvøðugreiðsluni
Lógin um almannatrygd og tænastur er komin úr Trivnaðanevndini. Nøkur broytingaruppskot eru
Uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Almannamálaráðnum um vælferð er komið eitt stig nærri veruleikanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.05.2020 - 13:09
Vælferðarlógin, ella lógin um almannatrygd og tænastur, sum hon eitur, er komin aftur úr Trivnaðarnevndini.
 
Nevndin hevur nøkur broytingaruppskot, bæði ein samd nevnd, og andstøðufólkini í nevndini hava eisini nøkur uppskot um broytingar.
 
Tey fýra lógaruppskotini, sum hava tilknýti til høvuðslógina, sum er lógin um almannatrygd og tænastur, eru eisini komin úr Trivnaðarnevndini.
 
Millum annað er eitt teirra um kærunevnd í almannamálum, familjumálum og í heilsumálum, og eitt annað er um markamót og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
 
Gjørdi skjótt av
 
Trivnaðarnevndin gjørdi skjótt av, tí fyrsta viðgerð var 21.apríl.
 
Trivnaðarnevndin er samd um at fremja nakrar batar í lógini, sum hon sigur.
 
Hon mælir til at broyta fýra greinar í lógaruppskotinum. Tann eina broytingin er eftir áheitan úr Almannamálaráðnum, sum eigur lógaruppskotið.
 
Harafturat hevur minnilutin í nevndini, umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, uppskot um tríggjar broytingar.
 
Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri forsorgarlógina, sum upprunaliga er donsk lóg frá 1960unum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762