- Tíðindi, mentan og ítróttur
WHO ávarar: 190.000 fólk í Afrika kunnu doyggja
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/covid-19_afrika_johannesburg_ap_21.04.2020.jpg?itok=vHkr8eKN)
Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, har tað eisini verður væntað, at COVID-19 fer at gera um seg í fleiri ár í Afrika, skrivar BBC.
Sambært kanningini hjá World Health Organization, fara 29 til 44 milliónir fólk í Afrika at verða smittað við COVID-19 eftir einum ári.
Deyðatalið í afrikansku londunum fer hetta sama tíðarskeiðið at verða úr 83.000 upp í 190.000 fólk, ávarar Heimsheilsustovnurin, WHO.
Flest smittað í Suðurafrika
Forsøgnin hjá World Health Organization byggir á 47 lond í Afrika, har fólkatalið í teimum 47 londunum tilsamans er umleið eina milliard.
Higartil eru fleiri enn 2.000 fólk í Afrika deyð av COVID-19. Til samanberingar er deyðatalið í Vesturevropa komið upp um 140.000 fólk.
COVID-19 er staðfest í øllum teimum afrikansku londunum uttan Lesotho. Flestu staðfestu tilburðirnir eru í Suðurafrika, tilsamans 8.200. Flest fólk eru deyð í Algeria, tilsamans 483.