- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlarnir missa inntøkur
Skúlarnir missa inntøkur
Háskúlarnir og Húsarhaldsskúlin hava 700.000 krónur í inntøkumissi, tí teir fáa ikki virkað fyri koronu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0153_0.jpg?itok=-rrBtP3B)
07.05.2020 - 16:02
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu. Hann sigur, at Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur fingið eina frágreiðing frá Undirvísingarstýrinum.
Í henni verður mett, at háskúlarnir og Húsarhaldsskúlin missa 700.000 krónur. Arbeitt verður við at geva skúlunum fíggjarligan stuðul, sigur Jenis av Rana.
Væntandi verður hann við í einum uppskoti um eykajáttan, sum kemur frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum. Avgjørt er at geva skúlunum ein part av rakstrarstuðlinum fyrr enn hann annars skal gjaldast, sigur Jenis av Rana.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV