- Tíðindi, mentan og ítróttur
20 mió. kr. meira í skatti í apríl
20 mió. kr. meira í skatti í apríl
Fyribilsskatturin í apríl í ár var góðar 370 milliónir kr.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/pengasedlar_0.jpg?itok=ChKMuupX)
06.05.2020 - 09:58
Fyribilsskatturin í apríl í ár, sum var ein heilur mánaður við koronu, var 20 mió. kr. størri enn í apríl í fjør.
Í ár var hann góðar 370 mió. kr. Í fjør var hann 350 mió. kr.
A-inntøkan var ein milliard og 75,5 milliónir í apríl í ár. Hon var ein milliard og 10 milliónir í apríl í fjør.
Ein onnur samanbering kann gerast við februar í ár.
Tann fyrsti, sum var staðfestur at vera smittaður við koronu í Føroyum, varð funnin 3.mars.
Í februar í ár var fyribilsskatturin 377 mió. kr., og A-inntøkan var ein milliard og 68 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV