- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv færri bilar seldir í apríl
Nógv færri bilar seldir í apríl
101 persónbilur er seldur í ár, í fjør var talið 273
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_1409.jpg?itok=A9hecKmq)
Stór afturgongd var í bilasøluni í apríl
04.05.2020 - 08:38
Nógv færri bilar vórðu skrásettir í apríl í ár enn í apríl í fjør.
Í apríl í ár vórðu skrásettir 177 nýggir bilar, sigur Akstovan. Teir vóru 352 í apríl í fjør.
Serliga eru persónbilarnar færri í ár. Teir eru 101 í ár, í apríl í fjør var talið 273.
Fleiri bussar
Bussarnir eru tó nógv fleiri í apríl í ár. Teir eru 13, meðan teir vóru tveir í apríl í fjør.
Bygdaleiðir hava fingið nýggjar bussar.
Brúktu innfluttu bilarnir eru fleiri í ár. Men tølini eru tó ikki stór, 23 í apríl í ár og 17 í fjør.
Serliga eru lastbilarnir fleiri í ár. Teir eru níggju. Teir vóru tríggir í apríl í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV