Kanna tørvin á heilsustarvsfólki næstu 10 árini

Kanna tørvin á heilsustarvsfólki næstu 10 árini
Meirilutin í Trivnaðarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk, tí arbeitt verður við málinum
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur nevnt fyri Trivnaðarnevndini, at Suðuroyar sjúkrahús kann gerast útbúgvingarsjúkrahús
 
04.05.2020 - 14:37

Hóast samgongan ásannar, at brúk er fyri fleiri heilsustarvsfólkum í Føroyum, tekur meirilurin í Trivnaðarnevndini ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Tjóðveldi um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk.

Uppskotið er gamalt. Fyrsta viðgerð var 12. november.
 
Meirilutin í Trivnaðarnevndini, samgongufólkini, sigur, at landsstýrið arbeiðir longu við málinum at fáa fleiri heilsustarvsfólk. 

Kannar tørvin

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur greitt Trivnaðarnevndini frá, at nú verður kannað, hvør tørvurin er á heilsustarvsfólkum komandi 10 árini. 

Millum annað nevndi landsstýrismaðurin møguleikan fyri, at Suðuroyar sjúkrahús kann gerast til útbúgvingarsjúkrahús.  

Meirilutin tekur uppskotið hjá Tjóðveldi í størsta álvara, men metir ikki, at tað er neyðugt at taka undir við uppskotinum, tí landsstýrismaðurin longu hevur sett arbeiðið í gongd.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344