- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krepputiltøkini hjá Atlantsflog standa við
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/niels_mortensen_0.png?itok=0Q21-YcS)
Krepputiltøkini, sum Atlantsflog setti í verk 20. mars, standa fyribils við.
Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í almenna flogfelagnum.
Fríggjadagin 20. mars sendi Atlantsflog umleið 180 fólk inn í serskipanina hjá ALS.
Tá var at kalla øll flúgving longu hildin uppat, og síðani hevur Atlantsflog bara flogið tríggjar túrar um vikuna millum Vágar og Keypmannahavn.
Krepputiltøkini, sum vóru sett í verk fyri at tryggja haldføri og framtíðarvirksemið hjá felagnum, vóru í fyrstu atløgu galdandi til 30. apríl.
Niels Mortensen sigur við Kringvarpið, at nevnd og leiðsla í Atlantsflog meta um støðuna alla tíðina, og væntandi kemur ein fráboðan frá felagnum um eina viku ella tvær.
Á tíðindafundi hósdagin vóru boðini frá løgmanni, at Føroyar ynskja ikki ferðafólk fyri 30.juni. Og samstundis er tilmæli, at øll sum koma til Føroya, skulu í sóttarhald í tvær vikur.
Fyri Atlantsflog merkir hetta, at neyvan verður stórvegis flúgving, hvørki í mai ella juni, staðfestir Niels Mortensen.