- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjálparpakki tvey komin
Hjálparpakki tvey komin
Kunngerðin um hann varð lýst i gjár og kom í gildi á midnátt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bokjarabrekka_folk_og_bilarluminar.jpg?itok=2dtivCp7)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
30.04.2020 - 08:21
Kunngerðin um hann varð lýst i gjár og kom í gildi á midnátt. Góðar tríggjar vikur eru síðani, løgtingið samtykti lógina um stuðulsskipan til vinnufyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19.
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið sigur, at lógaruppskotið hjá landsstýrinum varð broytt so nógv í tinginum, at torført hevur verið at gera kunngerðina, sum er drúgv, tí treytirnar fyri at fáa stuðul eru nógvar.
Umsókn um stuðul skal latast Taks í seinasta lagi 30. juni í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV