- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hasfjord fer í sigling 8. mai
Nú er greitt, at Hasfjord fer í farmasigling um Skopunarfjørð 8. mai. sum er Dýra biðidag.
Hasfjord hevur fingið nýggja róðurmaskinu setta í, so farmaferjan kann manurera betur.
Strandferðslan sigur á heimasíðuni, at fyribils ferðaætlan fyri Hasfjord verður lýst fyrst í næstu viku.
Kom 20. februar
Hasfjord, sum skal flyta tungan farm í Skopunarfirði, kom til Føroya 20. februar. Skipið hevur ligið á Havnini síðani.
Royndarsiglingin vísti, at neyðugt var at fáa róðrið at virka skjótari, tí ferjan skal snara um seg sjálvt bæði í Skopun og á Gomlurætt.
Nú er nýggj róðurmaskina sett í skipið, og tað verður sett í sigling 8. mai. Skipasmiðjan Mest hevur gjørt arbeiðið.