- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur leiðari í Skógrøktini
Nýggjur leiðari í Skógrøktini
Rakul Arnfríð Dam tekur við eftir Michael Jacobæus, sum gavst í starvinum fyrr í ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/rakul_a_dam.jpg?itok=zAu4ylHz)
Rakul Arnfríð Dam er nýggjur leiðari í Skógrøktini
28.04.2020 - 11:17
Rakul Arnfríð Dam er nýggjur leiðari í Skógrøktini.
Hon hevur starvast í Skógrøktini síðani 1994, ta hon fór í læru sum gartnari í plantualing. Hon hevur eisini tikið stakar lærugreinir í lívfrøði.
Rakul Arnfríð Dam er 45 ára gomul, og hevur síðani 2006 verið røktarleiðari á Gróðurstøðini í Miðhoydølum hjá Skógrøkt.
Ábyrgdarøki hjá leiðaranum í Skógrøktini umfatar eisini skógfriðað øki og viðarlundir kring landið.
Skógrøktin varð skipað sum stovnur í 1987, og hevur síðani 2007 verið deild á Umhvørvisstovuni.
Tróndur Leivsson var leiðari í Skógrøktini frá 1987 til 2015, og Michael Jacobæus leiddi deildini frá 2016 til fyrr í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV