- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri danskir ríkisborgarar búgva í Føroyum
Færri danskir ríkisborgarar búgva í Føroyum
1.januar vóru 1.705 fólk í Føroyum, sum hava annan ríkisborgararætt enn danskan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20191029_ov_tungar_almennar_skipanir_0096.jpg?itok=yj1mbJmf)
1. januar í ár vóru 96,1 prosent av teimum, sum búðu í Føroyum, danskir ríkisborgarar
28.04.2020 - 09:17
Lutfalsliga færri danskir ríkisborgarar búgva í Føroyum nú.
Føroyingar eru danskir ríkisborgarar, og 1. januar í ár vóru 96,1 prosent av teimum, sum búðu í Føroyum, danskir ríkisborgarar.
Í 1985 og 1996 var hetta talið 99,2 prosent, skrivar Hagstovan á heimssíðuni.
Men talið hevur ongantíð verið so lítið sum 1.januar í ár.
1.januar vóru 1.705 fólk í Føroyum, sum hava annan ríkisborgararætt enn danskan.
Tey flestu, 908, vóru úr Evropa, tá norðurlond eru undantikin.
327 vóru úr norðurlondum, 153 úr Afrika, 121 úr Amerika, 478 úr Asia, og ríkisborgaraskapurin hjá 45 var ókendur, sigur Hagstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV