- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Korona, sóttarhald og politisk andstøða
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vaga_floghavn1_0.png?itok=0KRJIy2w)
Spurningurin um, hvat ein myndugleiki kann loyva sær mótvegis borgarum, er aftur aktuellur, nú myndugleikar kring allan heim hava fingið víðkaðar heimildir at hava eftirlit við borgarum, í royndini at basa koronasjúkuni.
Í Føroyum kemur kjakið serliga til sjóndar í spurninginum, um farsóttarlógin skal herðast, so at myndugleikarnir fáa sterkari amboð, og um vit skulu tvinga fólk í sóttarhald, tá tey koma til landið.
Fyri hvønn dag, sum gongur, tykist spurningurin at gerast alsamt meira átrokandi, samstundis sum tað gerst meiri sannlíkt, at eingin smitta er í Føroyum.
Men politiski myndugleikin hevur higartil hildið aftur við at útvega sær slíkar heimildir.
Breddin lýsir gongdina og viðger hana við saman við serfrøðingum.
Andstøða í kreppustøðu
Stríðið móti korona hevur ávirkað gerandisdagin hjá flest øllum føroyingum. Og tað merkist eisini hjá lóggávuvaldinum, tí smittuvandin hevur skert tingarbeiðið
Og serliga hjá andstøðuni merkist, at vanliga tingarbeiði liggur at kalla stilt, samstundis sum avgerðir verða tiknar aðrastaðni.
Í Breddanum hyggja vit nærri at, hvussu leikluturin hjá andstøðuni broytist í slíkum tíðum.
Breddin í útvarpinum eftir tíðindini klokkan 17.