Kunnu ikki siga, hvør hevur søkt

Kunnu ikki siga, hvør hevur søkt
Almenningurin fær sum nú er ikki at vita, hvørjar fyritøkur hava søkt um pengar úr lønarískoytisskipanini
 
24.04.2020 - 12:05

Als er ikki til reiðar enn at svara spurninginum, um Als skal upplýsa alment, hvørjar fyritøkur hava søkt um pengar til síni starvsfólk úr lønarískoytisskipanini hjá Als.

Kringvarpið hevur biðið um innlit í, hvørjar fyritøkurnar eru, sum hava søkt - ikki, hvørji fólkini eru, sum fáa pengar úr lønarískoytisskipanini.

Málið kannast fyrst

Fyrr í vikuni høvdu 924 fyritøkur søkt.Eyðfinnur Jac obsen, formaður í stýrinum hjá Als, ivast í, um hetta innlitið kann latast.

Ikki verður til dømis upplýst alment, hvør fær arbeiðsloysisstuðul. Men stýrisformaðurin hevur tó einki endaligt svar í dag. Málið skal kannast fyrst, og stýrið skal eisini viðgera tað.

Als-stýrið hevur fund fyrst í mai. Vanliga eru stýrisfundirnir mikudag. Fyrst mikudagur í mai er tann 6.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497