Fíggjarnevndin: Verkætlan ófullfíggjað frá byrjan

Fíggjarnevndin: Verkætlan ófullfíggjað frá byrjan
Fíggjarnevndin er hvassorðað í áliti um uppskotið um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið
Samanumtikið metir Fíggjarnevndin, at verkætlanin við H-bygninginum hevur verið ófullfíggjað frá byrjan
 
24.04.2020 - 07:51

Fíggjarnevndin er ikki mjúk í orðum um H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Fíggjarnevndin er samd um at játta 799,5 milliónir krónur og ikki 805,3, sum landsstýrið bað um 17. desember í fjør.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur nú skrivað álit um uppskotið um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið, sum nevndin hevur havt síðani 23. januar.

Nevndin hevur strikað 14,8 milliónir krónur til at prosjektera avleiddar verkætlanir. Men nevndin hevur lagt afturat níggju milliónir, sum Heilsumálaráðið bað nevndina um herfyri. 

Fyrireikandi arbeiðið ikki nøktandi

Fíggjarnevndin mælir tí løgtinginum til at játta 5,8 milliónir krónur minni enn landsstýrið bað um. Men Fíggjarnevndin er sera hvassorðað í sínum áliti. 

Hon sigur, at hóast ríkilig tíð hevur verið til at fyrireika verkætlanina, og løgtingið hevur latið neyðugu pengarnar, er fyrireikandi arbeiðið hjá Landsverki við verkætlanini als ikki nøktandi.

Hetta átalar Fíggjarnevndin harðliga. Nevndin átalar eisini harðliga, at fleiri pengar eru brúktir enn játtaðir eru.

Verkætlanin ófullfíggjað frá byrjan

Nevndin hevur eisini fingið at vita, at ráðgevararnir sjálvir hava granskað sítt egna prosjekt, men at hetta ikki er væl skjalfest mótvegis byggiharranum og Landsverki.

Aloftast má rykkjast fyri at fáa hetta tilfarið útflýggjað. Hendan mannagongd undrar Fíggjarnevndina almikið. Sjálvsagt eigur onkur annar enn tann, sum prosjekterar, at granska og góðskutryggja prosjektið, sigur nevndin.

Samanumtikið metir Fíggjarnevndin, at verkætlanin við H-bygninginum hevur verið ófullfíggjað frá byrjan. Fyrireikingarnar hava snøgt sagt ikki verið nóg góðar, hóast stundir hava verið til tess.

Fíggjarstýringin ikki í lagi

Tí eru vit í hesi støðu í dag, har nógvur peningur vantar til sjálvsøgd viðurskifti í verkætlanini, sum eyðsæð áttu at verið tikin við frá byrjan. Hetta er als ikki í lagi, sigur Fíggjarnevndin.

Fíggjarstýringin hevur ikki verið nøktandi, og fleiri dømi eru um, at játtan, sum varð ásett til ávíst endamál, er brúkt til annað endamál. Eisini eru dømi um skeivar bókingar fyri stórar upphæddir. 

Hetta eigur ikki at henda, og enn einaferð átalar Fíggjarnevndin harðliga. Samanumtikið er Fíggjarnevndin púra greið í sínari niðurstøðu: tað má og skal sjálvsagt ikki henda aftur!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497