- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskaparligu avleiðingarnar skulu granskast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dok01219_undir_laksin_08112018._0060.jpg?itok=hjaULrzB)
Tað er Unn Laksá, ph.d. og leiðari fyri nýstovnaða Sjókovanum, sum er verkætlanarleiðari. Hinir luttakararnir eru Magni Laksafoss frá Sjókovanum og Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetrinum.
Játtaðar eru 193.000 krónur til verkætlanina. Hetta er fjórða umfar av stuðli frá COVID-19 átakinum, og nú hava tilsamans 11 verkætlanir fingið játtað góðar 2,3 milliónir krónur.
>> SÍ EISINI Hálv triðja millión til korona-gransking
Tað ber enn til at søkja stuðul til korona-tengdar granskingarverkætlanir, tí Granskingarráðið hevði 2,98 milliónir krónur at lata í samband við COVID-19. Góðar 600.000 krónur eru tí eftir.
Tað er eingin ávís freist ella umsóknarblað, og umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Møguleikin heldur fram, til tøka játtanin er uppi, skrivar heimasíðan gransking.fo