- Tíðindi, mentan og ítróttur
ALS-málið ikki við kortini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/logtingshusid_erland.jpeg?itok=B26ZPGOS)
Uppskotið kom í tingið 6. mars, og fyrsta viðgerð stóð í dagsskránni fyri tingfundin í morgin. Men hetta var eitt mistak, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið.
Málið skuldi ikki við nú, og tað er tikið av skránni aftur. Tíðin er ein heilt onnur hjá Als nú enn, tá uppskotið varð lagt fram. Stýrið hjá Als skeyt upp at broyta inngjaldið og útgjaldið hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Stuðulin til arbeiðsleys kundi fara úr 17.500 krónur um mánaðin upp í 18.500 krónur. Útgjaldsprosentið skuldi hækka úr 75 upp í 80. Inngjaldið skuldi lækka úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent.
Hendan broytingin í inngjaldinum kann gerast við kunngerð. Men tað er ikki gjørt. Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at kunngerðin kemur samstundis sum lógin kemur í gildi.