- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra dótturfeløg á húsagang
Fýra dótturfeløg á húsagang
Dótturfeløgini undir lágprísflogfelagnum, Norwegian, í Danmark og Svøríki verða koyrd á húsagang sum avleiðing av koronu-kreppuni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/148a570cc8df719a4e40ea8f2ed9b87e.png?itok=cSQdA3WU)
20.04.2020 - 16:22
- Hetta er ringasta kreppan, sum flogvinnan nakrantíð hevur verið í, og vit hava gjørt alt, sum vit kunnu, fyri at sleppa undan tí, sum nú hendir við okkara dótturfeløgum í Svøríki og Danmark.
Tað sigur Jacob Schram, stjóri í Norwegian-samtakinum í einum tíðindaskrivi, skrivar dr.dk.
1.571 flogskiparar og 3.134 flogternur missa síni størv.
Starvsfólkini, sum verða rakt, arbeiða í Svøríki, Danmark, Finnlandi, Spania, Stóra Bretlandi og USA. Móðurfelagið, Norwegian, fer ikki á húsagang.
Norska flogfelagið hevur leingi havt stórar fíggjarligar trupulleikar, sum eru vaksnir undir koronu-kreppuni. Felagið skyldar umleið 60 milliardir norskar krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV