- Tíðindi, mentan og ítróttur
Børnini aftur á dagstovn
Børnini aftur á dagstovn
Leiðari er ikki vís í at tey undir verandi umstøðum klára at taka ímóti fleiri børnum í næstu viku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/barnagardar_.jpg?itok=SPWHnt9I)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
20.04.2020 - 16:28
Í dag fóru 855 útav 2200 børnum í havn aftur á dagstovn. 28 av teimum vóru í Sólareyganum í havn, har tað vanliga ganga 69 børn. Hetta svarar til 40% bæði fyri alla havnina, men eisini á Sólareyganum.
Mirjam Johannesen er leiðari á dagstovninum Sólareygað. Hon er ikki vís í at stovnarnir eru førir fyri at taka ímóti fleiri børnum undir verandi umstøðum.
Hoyr samrøðu við Mirjam Johannesen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV