- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa stevning orsakað av COVID-19
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/d965d17c65d48f3b1a7b1d688a28cd72.png?itok=DgmctIN2)
Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. Sjey reiðarí stevndu statin í felag og kravdu 470 milliónir danskar krónur í endurgjaldi.
Í fráboðanini frá teimum fimm reiðaríunum stendur, at avgerðin at taka seg úr stevningini er grundað á ávirkanina sum covid-19 fer at hava á íslendska landskassan.
– Samhugi og dirvi hava eyðkent okkara samfelag seinastu vikurnar og mánaðirnar. Nú eru øll noydd at arbeiða saman, stendur m.a. í fráboðanini.
Reiðarí mist stórar inntøkur
Eskja, Gjørgur, Ísfélag Vestmannaeyja, Loðnuvinnslan og Skinney-Tinganes, eru tey fimm reiðaríini, sum hava slept stevningini. Hini bæði reiðaríini eru Vinnslustøðin og Huginn ehf.
Ìslendski staturin varð stevndur í fjør, tí hann, sambært stevningini, hevði útlutað kvotur eftir skeivum upplýsingum, og at reiðaríini tí mistu stórar inntøkur.
Bjarni Benediktsson, fíggjarmálaráðharri, boðaði fyrr í vikuni frá, at hann væntar, at staturin vinnur sakarmálið, men hevði tað tó kortini hent, at staturin tapti, hevði endurgjaldið til reiðaríini ikki verið rindað við skattgjaldarans peningi, men fíggjað við inntøkum frá fiskivinnuni sjálvari.