- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjótt klárt at seta í sigling
Nú verður Hasfjord skjótt klárt at seta í siglingina í Skopunarfirði, sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskipum landsins
Útgerðin, sum skal fáa róðrið hjá skipinum at virka skjótari, verður nú sett upp. Róðrið hjá Hasfjord skal gerast betri, so tað virkar skjótari.
Hasfjord, ið skal flyta tungan farm í Skopunarfirði, kom til Føroya 20. februar. Men skipið liggur enn í Havn, nú skjótt tveir mánaðir eru farnir, síðani tað kom. Hasfjord hevur bara eina skrúva har afturari.
Tá skipið skal snara um seg sjálvt bæði í Skopun og á Gomlurætt krevst, at róðrið virkar skjótari enn tað ger nú. Tað arbeiðið skal MEST gera. Tá Hasfjord sigldi í Noregi hevði tað ikki fyri brúk fyri júst tí, at snara um seg sjálvt.