- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útbjóðingin av autismuheiminum ógildað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/autismuheim.png?itok=99Oh8ZBZ)
Tilboðini upp á Bú- og umlættingarheimið í Havn til børn og ung við autismu vóru ov høg í mun til kostnaðarmetingina, og tí hevur landsstýriskvinnan í Almannamálum ógildað útbjóðingina.
Tað boðar Landsverk frá. Útbjóðingin varð hildin í februar.
Um tikið hevði verið av tilboði, sum var innkomið, hevði heimið kostað 56 milliónir krónur, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir segði í mars, at hon helt, at tað var "serdeilis høgt".
Prísurin hækkaður nógv
Fyri góðum tveimum árum síðani, tá verkætlanin varð samtykt í løgtinginum, varð mett, at heimið fór at kosta 29 milliónir krónur.
Nýggj meting varð gjørd í desember í fjør, og tá ljóðaði kostnaðarmetingin 40 milliónir krónur.
Landsstýriskvinnan segði í mars, at hon ikki hevði hug at drála nógv meir, og at tað ikki lá í kortunum at minka um verkætlanina.