- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja í ES um risa hjálparpakka
Fíggjarmálaráðharrarnir í ES samdust í gjárkvøldið um ein hjálparpakka uppá 1500 milliardir kr., sum Íleggingargrunnurin skal lata smáum og miðalstórum fyritøkum í ES.
750 milliardir kr skulu nýtast tillønarískoyti og átøk á heilsuøkinum, og ein nýggjur menningargrunnur skal stula londini. Londini fáa stuðul svarandi til tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
275 milliardir kr skulu nýtast til átøk ímóti covid-19 virusinum, og 20 milliardir kr verða settar av til flutning og heilsuútgerð, upplýsir danska fíggjarmálaráðið. Tilsamans er talan um ein hjálparpakka uppá fleiri túsund milliardir kr.
Hjálparpakkin sjal vera klárur um tvær vikur, sigur formaðurin í europabólkinum, portugisiski fíggjarmálaráðharrin, Mário Centeno.
- Hjálparpakkin fer at bjarga londunum, so hvørt sum búskapargongdin versnar, segði hann eftir fundin í gjárkvøldið.
Avtalan sum varð gjørd í gjárkvøldiðskal góðkennast av øllum limalondunum í ES, áðrenn hon fær gildi, skrivar Ritzau.