- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klárt at byrja á Fossum
Klárt at byrja á Fossum
Klaksvíkar kommunu hevur gjørt sáttmála um 91 grundstykki
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/klaksvik_11.jpg?itok=xi1JJYoa)
Klaksvík.
09.04.2020 - 16:15
Nú er klárt at fara undir at gera 91 grundstykki á Fossum í Klaksvík.
Klaksvíkar kommuna skrivaði í gjár undir sáttmála við byggifelagið RTS, sum hevði lægsta tilboðið.
Trý av fýra tilboðum vóru undir kostnaðarmetingini.
Kostnaðarmetingin er slakar 37,5 mió. kr.
Lægsta tilboðið, tað frá RTS, er slakar 31 milliónir krónur.
91 grundstykki
Arbeiðið skal eftir ætlan byrja í mai.
Í fyrsta byggistigi vera 21 grundøki til sethús og 13 til raðhús.
Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, grundstykkini vera 91, 44 til sethús og 47 til raðhús.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at øll verkætlanin eftir ætlan skal taka trý ár, frá tí, at sáttmálin er undirskrivaður við arbeiðstakaran, og tað varð hann í gjár.
Fyrstu grundstykkini verða lutað út í juni.
SNA arkitektar hava projekterað verkætlanina á Fossum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV