- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona rakar eisini varðhaldið
Korona rakar eisini varðhaldið
Kriminalforsorgin kann steðga heilt ella partvíst vitjanum fyri at forða fyri smittuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
08.04.2020 - 09:12
Ein kunngerð er komin frá løgmálaráðharranum Nick Hækkerup um møguleikan at avmarka vitjanir í varðhaldinum.
Kriminalforsorgin kann steðga heilt ella partvíst vitjanum fyri at forða fyri koronasmittuni. Tey, sum sita inni, hava rætt til vitjanir.
Men tey kunnu missa hesar nú, heldur Kriminalforsorgin tað vera neyðugt fyri at forða fyri smittu.
Kriminalforsorgin kann eisini nokta teimum, sum eru í varðhaldinum, útgonguloyvi, heldur Kriminalforsorgin tað vera neyðugt fyri at sleppa undan smittu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV